Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at átta danir aftur standa á listanum yvir fólk, sum sleppa úr Gaza. Á listanum standa 13 danir, harav fýra longu eru úti.
Sambært danska DR kann hetta lesast í einum nýggjum yvirliti frá marknaðmyndugleikunum. Danska uttanríkisráðið hevur áður upplýst, at tey hava ein lista við umleið 20 fólkum í Gazageiranum.
Umleið 250 norskir ríkisborgarar eru í Gaza, men hesir standa sambært norska uttanríkisráðnum ikki á lista yvir útlendskar ríkisborgarar, sum higartil hava fingið loyvi at fara út Gaza.
Í gjár fingu 80 sviar loyvi at fara úr økinum sambært svenska uttanríksráðnum. Uppaftur 100 svenskir ríkisborgarar sleppa ætlandi úr Gaza í dag.
Sambært svenska uttanríkisráðnum vóru umleið 500 sviar í Gaza, tá kríggið brast á millum Hamas og Ísrael hin 7. oktober.











