Erik Hamrén skal nú venja svenska landsliðið í fótbólti. Tað hevur svenska fótbóltssambandið boðað frá seinnapartin.
Erik Hamrén var ein av favorittunum til starvið, men tað tóktist, sum at samráðingarnar millum partarnar steðgaðu, áðrenn tær veruliga vóru byrjaðar.
Men okkurt er hent seinastu dagarnar, tí nú er staðfest, at Erik Hamrén verður landsliðsvenjari.
Erik Hamrén hevur áður verið venjari hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen í AaB, og seinastu tíðina hevur hann vant norska felagið Rosenborg, sum var í Føroyum og spældi Europa Cup dyst í summar.
Erik Hamrén heldur fram sum venjari hjá Rosenborg til næsta summar. Svøríki er ikki við í HM-endaspælinum næsta ár, og næsta undankapping byrjar á heysti 2010.










