Sambært kanningini, eru sviar rættiliga nógv upptiknir av hesum. Fólk sum heild vilja nevniliga vita, hvat tað er, tey eta, hvussu gomul vøran er, og hvaðani hon kemur.
Fólk vilja eisini vita, um fiskurin er veiddur í teirra nærumhvørvi.
Fiskurin skal helst vera feskur, og flutningurin skal ikki vera ov langur.
Tað er Temo Synovate, sum hevur gjørt kanningina millum svensku brúkararnar.