Sviðin av stóra eldinum kennist framvegis

Í øllum kommununum í Suðuroy var vøksturin í skattainntøkuni í fjør undir miðal fyri allar kommunurnar í Føroyum

Kommunurnar í Suðuroy hava fíggjarliga ilt við at fylgja gongdini hjá nógvu av kommununum norðanfjørðs.

Miðal vøksturin í kommunuskatti fyri allar 29 kommunurnar var í fjør 6,01 prosent.

Eingin av teimum sjey kommununum í Suðuroy var við til at toga miðaltalið fyri vøkstur uppeftir.

 

Vøksturin í Suðuroy var størstur í Sumbiar kommunu, har hann var 4,9 prosent, sum svarar til 444.475 krónur.

Í tveimum kommunum var talan um afturgongd í kommunuskattinum:

Í Porkeris kommunu var afturgongdin -2,4 prosent, sum svarar til 215.422 krónur.

Í Fámjins kommunu var afturgongdin -4,5 prosent, sum svarar til 122.292 krónur.

 

Í hinum kommununum var ávísur vøkstur:

Hvalba 1,53 prosent, sum svarar til 344.616 krónur.

Tvøroyri 2,94 prosent, sum svarar til 1.685.939 krónur.

Hov 1,03 prosent, sum svarar til 32.102 krónur.

Vágur 1,68 prosent, sum svarar til 713.372 krónur.

 

Í juni mánað í fjør brann virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri í grund. At einki virksemi var har seinna hálvár, tá ið makrelvertíðin var í hæddini, hevur kostað skattakrónur bæði á Tvøroyri og í hinum bygdunum og kommununum.

Nú verður arbeitt við at endurreisa Varðan Pelagic. Tað verður roknað við, at nýggja virkið verður royndarkoyrt í vár. Um alt fer at laga seg, sum tað verður roknað við og vónað, so er neyvan nakað at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í skattatølunum seinna hálvár í 2018.