Sverri Nielsen róði í gjár í C-finaluni í HM í rógving. Sum áður skrivað á in.fo, so vónaði hann at enda millum 12 teir bestu. Hetta miseydnaðist tó, tá hann endaði nummar fimm í kvartfinaluni, og tískil gjørdist ov stuttur til semifinalurnar.
Sverri Nielsen misti tó ikki heilt mótið av hesum, og stríddi seg víðari í C-finaluna. Hann skuldi sostatt rógva um plássini frá nummar 13 til og við 18.
Í gjár var so henda C-finalan á skránni. Katrin Olsen, róðrarkvinna, sigur, at nógvur undanvindur var á vatninum hesa løtuna, og tí gjørdist tað ein tekniskt sera avbjóðandi róður.
- Sverri hekk væl við feltinum fyrstu 1500 metrarnar, men datt so afturúr, sigur hon.
Endin varð, at Sverri Nielsen gjørdist nummar 5 í hesi C-finaluni, og nummar 17 samanlagt í HM.
Hetta er fyrstu ferð, at Sverri Nielsen luttekur í HM, men, segði hann við mittfo.dk undan kappingini, hann vónar, at luttaka í nógvum HM-kappingum afturat.










