Sverri Nielsen er úttikin til danska landsliðið

- Fyrsta avbjóðing verður ein World Cup stevna í næstum, sigur Sverri Nielsen, sum er fremsti føroyski rógvarin í løtuni

 

- Fyrsta avbjóðing verður ein World Cup stevna í næstum, sigur Sverri Nielsen, sum er fremsti føroyski rógvarin í løtuni.

 

Sverri Sandberg Nielsen flutti til Danmarkar fyri nøkrum árum síðani, til tess at gerast ein partur av danska rógvilandsliðinum. Danska rógvilandsliðið er nevniliga eitt av heimsins fremstu. Við kønari vegleiðing og harðari venjing, er Sverri miðvíst vorðin skjótari og skjótari – bæði í inniróðri og á vatninum. Nú er hann vorðin so skjótur, at hann er úttikin sum senior rógvari í tungvektsdupultskullara – vanliga nevnt ´2x fyri harrar´. Hann noyðist tó at standa seg væl, um hann skal varðveita plássið á bátinum.

 

- Einki er ordiliga víst enn. Vit skulu rógva til World Cup stevnuna í Sidney í næstum. Gongur tað ikki væl, so kann eg verða koyrdur av bátinum aftur, sigur Sverri Nielsen úr Bagsværd.

 

Í Bagsværd venja Sverri Nielsen og liðfelagi hansara, Sophus Johannesen saman við hinum 20 rógvarunum, sum eisini eru tikin út til landsliðið. Millum annað eyðkendi gullfýrarin og Henrik Stephansen, ið er fleirfaldaður heimsmeistari í einskullara. Málið hjá Sverra Nielsen er fyrst og fremst at rógva væl til World Cup stevnuna í Sidney tann 28.-30. mars, so hann ikki verður tveittur fyri borð.

 

- Málið er fyrst og fremst at tryggja mær, at eg varðveiti plássið á dupultskullaranum. Seinni kann eg hugsa um altjóða kappingar, sigur Sverri Nielsen at enda.