Svenskarar hava eitt bilmerki, sum veruliga kappast við teir stóru sportbilarnar ? nevniliga Koenigsegg.
Tað eru ikki einans italienarar, týskarar, bretar og fransmenn sum gera sonevndar »superbilar« í okkara heimsparti.
Eisini svenskarar hava eitt bilmerki, sum veruliga kappast við teir stóru ? nevniliga Koenigsegg.
Koenigsegg geva franska superbilinum Bugatti Veyron kapping við Koenigsegg CCXR+ við 4,7 litra V8 motori við 1018 hk.
Hesin, sum koyrir upp á ethanol, koyrir frá 0-100 km/t upp á 2,9 sekund og toppferðin er 417 km/t.
Bilurin kostar 30 milliónir í Danmark, og ein dani sum býr í Fraklandi hevur keypt ein slíkan.
Bilurin varð latin gjøgnum Jaguar umboðið í Keypmannahavn og koyrdur til adressuna hjá eigaranum í Suðurfraklandi.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum