Svenskur ráðharri lagt frá sær

Svenski verjumálaráðharrin, Sten Tolgfors, boðaði í tíðindaskrivi í dag frá, at hann leggur frá sær. Hann skrivaði ikki, hví hann fer frá, men eygleiðarar í Stockholm ivast ikki í, at ein loynilig vápnaavtala við Saudiarabia er orsøkin.

Svenska útvarpið avdúkaði fyri stuttum, at svensku myndugleikarnir arbeiddu við einari ætlan um at byggja eina vápnaverksmiðju í Saudiarabia. Síðani er ymiskt ivingarsamt komið undan kavi, og summi vilja eisini vera við, at talan í ávísan mun kann vera um lógarbrot. Eitt nú visti eitt blað at siga í gjár, at embætismenn í verjumálaráðnum høvdu dult upplýsingar fyri ráðharranum fyri ikki at tyngja hann meiri politiskt enn neyðugt.

Sten Tolgfors er ú tí konservativa flokkinum Moderaterna, og í hansara stað hevur Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri, tilnevnt Catharina Elmsäter-Svärd, sum hevur umsitið samferðslumál.