Svensku stjørnurnar í Stokholm

Bestu svensku fótbóltsspælararnir eru boðsendir at koma heim til svenska høvuðsstaðin at spæla fótbóltsdyst ímóti Føroyum. HM undankappingardysturin verður týskvøldið 11. juni, og svenski venjarin Erik Hamren hevur sent boð eftir hesum 23 spælarunum:

 

Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR)

Kristoffer Nordfeldt, SC Heerenveen (HOL)

Johan Wiland, FC København (DEN)

Rasmus Bengtsson, FC Twente (HOL)

Andreas Granqvist, Genoa GC (ITA)

Mikael Lustig, Celtic FC (SCO)

Per Nilsson, FC Nurnberg (GER)

Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ENG)

Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL)

Oscar Wendt, VfL Borussia Mönchengladbach (GER)

Jimmy Durmaz, Genclerbirligi SK (TUR)

Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS)

Johan Elmander, Galatasaray AS (TUR)

Samuel Holmén, Istanbul BB (TUR)

Tobias Hysén, IFK Göteborg (SWE)

Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA)

Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ENG)

Kim Källström, Spartak Moskva (RUS)

Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ENG)

Anders Svensson, IF Elfsborg (SWE)

Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL)

Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS)

Erkan Zengin, Eskisehirspor (TUR)

 

Merkisvert er tað, at bara tveir spælarar umboða svensk feløg - Tobias Hysén úr IFK Göteborg og Anders Svensson úr IF Elfsborg.

Tá ið Svøríki vitjaði í Føroyum 12. oktober í fjør, var úrslitið 2-1 til Svøríki, eftir at miðverjin Rógvi Baldvinsson tíðliga í 2. hálvleiki legði Føroyar framum.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, er í hesum døgum í Føroyum. Hann verður millum áskoðararnar í Fuglafirði í kvøld, tá ið ÍF og EB/Streymur fara at spæla, og hann ætlar sær til Klaksvíkar sunnudagin, tá ið KÍ og NSÍ fara at spæla. Sunnukvøldið fer hann at kunngera, hvørjir spælarar skulu við til Írlands, har dysturin verður 7. juni og til Svøríkis, har dysturin verður 11. juni.