Svenskir undirhaldarar

Svenski bólkurin spældi beint áðrenn Michael Tait fór á pallin á stóra pallinum. Teir fingu áhoyrararnar at hoppa og syngja við. Hóast hetta vóru teir tónleikaliga ikki betri enn nógvir av teimum føroysku bólkunum.

Forsangarin stóð ikki í frið eina løtu. Hann hoppaði og dansaði, og megnaði soleiðis at fáa áhoyrararnar at nærkast pallinum og at liva við. Forsangarin sang væl, men í einstøkum støðum ljóðaði tað falskt. Eg gangi út frá, at monitorurin ikki hevur verið nóg hart frá, og at hann tí ikki hevur hoyrt seg sjálvan, tí at hann kláraði væl teir høgu tónarnir annars. Hatta við monitorunum hevur verið ein trupulleiki hjá fleiri bólkum, sum hava spælt innandura.

Føroysku bólkarnir kunnu læra av Remission. Teir duga at framføra og marknaðarføra seg sjálvar. Nógvir føroyskir bólkar hava sera góð tónlistarlig evni, men teir duga ikki eins væl at performa, sum teir útlendsku.

Remission vóru eitt frískt innslag, og teir dugdu væl at bera teirra glaða boðskap fram.