Formansskifti í svenska Miðflokkinum, sum er ein av stjórnarflokkunum, hevur nú havt við sær, at stjórnin er umskipað. Anna Lööf, sum júst er vald til formann í Miðflokkinum, er nú vorðin vinnumálaráðharri, og Lena Ek er vorðin umhvørvismálaráðharri. Tær báðar koma í stjórnina ístaðin fyri Maud Olofsson og Andreas Carlsgren.
Anna Lööf er 28 ára gomul og uppvaksin á einum bóndagarði í Småland. Lena Ek er 53 ára gomul og hevur hinvegin drúgvar royndir í politikki. Hon hevur verið í politikki í 20 ár og hevur havt fleiri leiðandi álitisstørv í Miðflokkinum.