Sveinur syngur egið lag

Tá teir tríggir X-Factor finalistarnir trína á pallin í Boxen í Herning komandi fríggjakvøld, fara teir at syngja hvør sín vinnarasang. Undanfarnu ár hevur tað verið soleiðis, at finalistarnir hava sungið sama vinnarasang, men í ár verður øðrvísi, tí hvør lutakari hevur hesaferð skrivað vinnarasangin saman við einum sangskrivaraliði.

 

- X-Factor snýr seg í stóran mun um kapping millum sterkar persónligheitir, og tí halda vit tað vera upplagt, at finalistarnir syngja teirra egna sang. Av tí at luttakararnir eisini sjálvir hava verið við til at skriva sín egna sang, ivist eg ikki í, at hvør einstakur luttakari veruliga kemur til sjóndar í showinum frígjakvøldið, sigur Jan Lagermand Lundme, ið er undirhaldsstjóri í DR. Sambært honum hava finalistarnir longu nú fingið eina rúgvu burtur úr sangskrivingini.

 

 

- Hetta hevur verið ein ógvuliga spennandi prosess,og eg veit, at finalistarnir hava lært nógv við at hava arbeitt saman við okkara sangskrivaraliðum.

 

 

Føroyska X-Factor stjørnan, Sveinur Gaard Olsen, hevur arbeitt saman við bassleikaranum í bólkinum Carpark North, Søren Balsner. Saman við framleiðslubólkinum Providers og sanglæraranum Engelina, hevur 15 ára gamla Line skrivað sín vinnarasang. Hetta sangskrivaraliðið hevur eitt nú staðið aftan fyri fleri av hittunum hjá songkvinnuni Medina. Vinnaralagið, sum Ida fer at syngja, er skrivað í samstarvi við Tobias Stenkjær og Søren Vestergaard.