Sveinur á Summar Festivalin

Føroyska X Factor stjørnan verður við á Summar Festivalinum í august, tá ið hann fer at framføra nýggjar sangir av komandi útgávu

 

Sveinur Gaard Olsen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot sum tónleikari, nú hann fyrr í ár var við í donsku X Factor sjónvarpskappingini. Sveinur hevur annars verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann hevur serliga spælt trummur í ymiskum bólkum.

 

Men hann dugir eisini at syngja og at standa fram sum forsangari, og tað sóu øllum, sum fylgdu við í X Factor kappingini í ár. Sveinur var ein av profilunum í kappingini, og hann vann allan vegin frá teimum fyrstu 2000, sum bjóðaðu seg fram, og í finaluna, har trý tey bestu sungu.

 

Sveinur endaði sum nummar 3 í kappingini, og á vegnum hevði hann vist, at hann dugdi framúr væl at tulka rocksangir.

 

Sveinur er nú í studio, har hann arbeiðir við sangum til nýggja útgávu, sum ætlandi skal koma út í summar. Fløgan kemur út bæði í Danmark og í Føroyum.

 

Tað verður eisini møguleiki at uppliva Svein Gaard Olsen í Føroyum í summar, tí hann fer at framføra á Summar Festivalinum í august. Tá fer hann at syngja sangir av nýggju útgávuni, og hann fer uttan iva eisini at tríva í onkran av sangunum, sum hann sang í X Factor kappingini.