Seinastu tvey árini hevur Sveinur Tróndarson verið partur av starvsnevndini hjá FSF, har hann hevur verið formaður í Kappingarnevndini.
Talan er um ein sess, sum krevur nógva arbeiðsorku, og spurningurin er, um eg í løtuni hava neyðugu tíðina til hetta.
- Men fyrst og fremst er hetta eisini ein sessur, sum ikki sampakkar serliga væl við eitt arbeiði sum tíðindamaður, sigur Sveinur, sum dagliga starvast á Dimmalætting.
- Eg haldi tað vera óheppið, at tað á hendan hátt kann sáast ivi um mítt gegni. Tað er óheppið fyri FSF, fyri meg sjálvan og ikki minst fyri Dimmalætting. Tá eg tók av tilboðnum um at stilla upp, var eg í øðrum starvi. Stutt eftir valið fór eg á Dimmalætting, men hóast eg sjálvandi havi hugsað um hetta, so vildi eg ikki fara úr nevndini í ótíð, sigur Sveinur Tróndarson.