Sveinur móttøku fríggjadagin

Fríggjadagin hevur Sveinur móttøku í handlinum hjá Tutl í Havn. Móttøkan verður klokkan 16:00.

Sveinur gjørdist kendur fyri luttøkuna í donsku X-Factor kappingini. Hetta førdi við sær, at hann fekk sáttmála við útgávufelag, og nú er Sveinur úti við fløgu.

Tað er í hesum sambandi, at móttøkan verður fríggjadagin.

Sveinur hevur spælt nógv í Føroyum í summar og tók eisini lut á ársins Summar Festivali. Har spældi Sveinur og manning hansara tilfar av nýggju fløguni. Fløgan er komin út og fæst til keyps kring landið.