Sveinur hevur byrjað ballið

Sveinur fór á pall sum nummar tvey til X Factor finaluna, og tað gjørdi hann við maner. Sveinur lovaði, at tað skuldi verða ein veitsla í kvøld, og at hann á ongan hátt ætlaði at rura áhoyrarar og hyggjarar í svøvn.

 

Tí var »Hysteria« hjá Muse eitt upplagt val at syngja. Og eftir at hann hevur verið á pallinum fyri fyrstu ferð í kvøld er púra greitt, at X Factor veitslan er byrjað.

 

– Tú hevur arbeitt fyri at røkka her til. 1000 ferðirnar tillukku. Well done, segði Pernille eftir framførsluna.

 

– Eg eri so errin. Tú ert ein stríðsmaður og tú rokkaði salin, varð skoðsmáli frá Cutfather.

 

Mynd: Rólant Waag Dam