Sveinur er illa skaddur

Okkara-deildin er ein profil fátækari í ár

Tá ið StÍF og KÍF hittast á Skála í dag, so verður stórskjúttin hjá strandingum, Sveinur Justinussen, ikki á vøllinum.

 

Tíðliga í dystinum móti VÍF í seinastu viku, fór Sveinur Justinussen nevnliga av vøllinum við skaða, og nú er greitt at talan er um álvarsmál.

Stóri skjúttin hevur nevnliga slitið hælsinuna í øðrum fótinum, og hetta krevur skurðviðgerð og drúgvan steðg frá hondbóltinum.

 

Ógreitt er hvussu leingi strandingurin skal halda steðg, men av Strondum frættist, at hann verður ikki aftur á vøllinum hetta kappingarárið.