Sveinur Justinussen hevur aftur í ár verið ein av undangongumonnunum í StÍF og í fremstu mansdeildini hjá monnum, har hann, kanska í størri mun enn nakar annar, hevur tikið nógv í egnar hendur og verið mest eyðsýndi leikarin hjá áður so sigursvanda StÍF, sum tó í løtuni er við at byggja eitt nýtt ættarlið við nógvum ungum leikarum.
Og hvør er tá betri at ganga á odda enn sjálvasti Sveinur Justinussen, sum í einum dysti í ár framdi tað bragd at skjóta heili 17 mál í sama dysti.
Óvæntað og tó
Sveinur Justinussen, sum er vorðin 30 ára gamal, vann fyri nøkrum árum síðani heiðurin sum besti spælari í Føroyum, men at hann fór at vinna tað aftur í ár kom heldur óvart á hann.
- Eg hevði ikki roknað við tí, men eg helt tað vera møguligt, at eg var ein av teimum tilnevndu. Eg hevði ímyndað mær Nicklas Selvig hjá KÍF ella Filip Jojic hjá VÍF, sigur Sveinur um hvør hann hevði vænta fór at verða kosin besti leikari.
Vit spurdu Svein, hví hann metir at onnur hava valt júst hann til at vera besta leikara í Føroyum í ár.
- Tað mugu vera onkrar dygdir, eg havi - kanska serliga í álopinum. Eg haldi sjálvur, at eg havi havt nakrar heilt góðar dystir, men so hinvegin nakrar, ið ikki hava verið serliga góðir har eg havi verið smáskaddur. Alt í alt hevur tað verið á góðari leið og kanska tey hava mett um heildina, har eg havi skotið eitt sindur sjálvur og eisini spælt til hinar, metir Sveinur.
Tekur ábyrgd
Hann hevur leingi verið ein av lyklaleikarunum hjá StÍF, men Sveinur kennir á sær, at hann serliga í ár hevur havt stóra ábyrgd.
- Ja, tað er blivið til tað. Nú eri eg ein av teimum royndu og komin hartil, at eg má taka ábyrgd. Soleiðis hevur tað verið í nøkur ár, men í ár meir enn áður, tí vit hava nógvar ungar á liðnum og teir royndu mugu vísa vegin, sigur Sveinur og nevnir eitt nú Marius Joensen og Borgar Danielsen.
Sveinur hevur eisini vunnið sær drúgvar royndir uttanlands. Hann hevur í fleiri ár verið partur av føroyska landsliðnum, og fyri 10 árum síðani var hann og royndarvandi í tvær vikur við Viborg HK, har Ulrik Wilbek vildi síggja hann eftir frálíkan landsdyst ímóti Noregi.
Heldur fram
Hóast Sveinur er vorðin 30 ára gamal, so metir hann, at hann enn hevur nógv at geva.
- Tað verður uttan iva í StÍF, at eg haldi fram, og tað ætli mær í nøkur ár afturat. Tað haldi eg, at eg havi í mær. So leingi tað er stuttligt, so haldi eg fram, og eg dugi ikki at ímynda mær at spæla aðrastaðni enn í StÍF, sigur Sveinur, sum at enda fær spurningin hvat hann kann brúka heiðurin sum besti leikari í Føroyum til.
- Eg veit ikki um eg kann brúka hann til so nógv, men tað er stuttligt og eitt prógv um, at ein hevur gjørt tað gott. Frameftir kann eg ikki brúka hann til so nógv, men tað er altíð stuttligt at fáa ein heiður, sigur Sveinur Justinussen at enda.