Sveinaroyndin hjá NSÍ

Hetta er dysturin, sum kemur at prógva um NSÍ skal roknast sum eitt topplið í ár

NSÍ er oddaliðið í deildini, meðan HB á triðja plássi er ein av trimum avbjóðarum til FM heitið. Hetta er ein dysturin, sum kann koma at svara upp á tveir spurningar:

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um 6. umfar

 

Er NSÍ komið víðari frá at vera eitt lið, sum bara vinnur á teimum lægru liðunum? Er HB veruliga ein FM avbjóðari í ár?


Rás2 sigur frá dystinum millum B36-TB og NSÍ-HB

 

NSÍ er eftirhondini tiltikið fyri bara at vinna á uppflytarunum og hinum botnliðunum. Í fjør rakk tað til eitt fjórða pláss og Europa League luttøku. NSÍ hevur aftur í ár gjørt tað sama. Vunnið á FC Suðuroy, TB, EB/Streymi og ÍF, men tapti greitt fyri B36. Á heimavølli móti einum HB liði, sum ikki spælir upp til sín besta, er ein gyltur møguleiki at venda skútini móti sterkastu liðunum. Stóri spurningurin hjá NSÍ er, um Árni Frederiksberg spælir við fullari ferð. Hann hevur havt trupulleikar í lærinum.

 

HB er ikki komið upp í snúningar enn. Eftir javnleikir á heimavølli móti AB og TB, so bragdaði móti EB/Streymi, men tó ikki uttan ávaringar, tí gestirnir skoraðu tvey mál.

 

At HB ikki er komið upp í snúningar sást greitt í steypadystinum móti Skála, har HB spældi sum eitt lið, ið ikki tímdi at vera á vøllinum. Fleiri  lyklaspælarar eru ivasamir ella hava havt ivasaman uppstart. Her kunnu nevnast Christian R. Mouritsen(skaði), Símun Samuelsen(skaði) og Fróði Benjaminsen(útbúgving).

 

Hinvegin, so veist tú við HB, at tað er eitt felag, sum altíð avrikar tá á stendur. Hóast HB ikki hevur spælt flótandi fótbólt, so hevur liðið fimm núverandi landsliðsspælarar, einar fimm fyrrverandi landsliðsspælarar og U21 landsliðsáleyparan.

 

Tú kanst argumentera fyri sigri til bæði liðini í hesum dystinum. Spælir Árni Frederiksberg við fullari ferð og finnur Klæmint A. olsen við innleggunum, so fær NSÍ mál. Spælir HB hinvegin væl og fær álopsspælið at rigga, so er torført at ímynda sær annað ein HB sigur.

 

Dómari: Petur Reinert

 

Effo-deildin 6. umfar:

Leygardagin:

FC Suðuroy - AB 3-1

 

Í dag:

B36 – TB (15.00) Beinleiðis á Rás2

NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2

ÍF - KÍ (15.00)

EB/Streymur - Víkingur (16.00)