Sveinaroynd hjá nýggjum venjarum

Felags fyri NSÍ og HB er, at tað er nýggjur maður við stýrisvølin, tá ið liðini hittast við Løkin í dag

HB hevur vunnið flest FM heiti, og HB plagar at vera roknað millum FM favorittarnar. NSÍ hevur bara vunnið FM einaferð, og NSÍ plagar ikki at vera roknað millum kandidatarnar at vinna meistaraheitið.

 

Seinnapartin hittast hesi bæði liðini við Løkin, og nú er øðrvísi, enn tað plagar at vera. NSÍ verður roknað millum FM kandidatarnar, meðan HB trívist væl við, at tað ikki verður roknað við, at liðið í ár fer at vera við í toppinum, men at tað verður byrjað av nýggjum.

 

Jan C. Dam er nýggjur venjari í barndómsfelagnum. Setningurin hjá honum er at fáa HB aftur til eyðkenda samleikan.

-Hetta er stór avbjóðing. Vit hava fyrireikað okkum síðani fyrst í november, og eg haldi, at spælararnir eru væl fyri. Nú standa stig upp á spæl á útivølli ímóti einum góðum liði. Tað er góður møguleiki hjá okkum at síggja, hvussu væl vit eru fyri, sigur HB venjarin.

 

Í Runavík er danski Anders Gerber nýggjur venjari. Í venjingardystunum hevur hann hildið seg til tað, sum NSÍ hevur verið kent fyri tey seinnu árini. Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg eru fremstu álopsvápnini, og Símun Rógvi Hansen er nýggjur millum stólparnar. Ein spurningur er, hvønn leiklut nýggi miðvallarin Nikolaj Køhlert fer at fáa:

-Eg eri ikki komin higar at standa fyri stórum kollveltingum. Vit arbeiða miðvíst og gera smáar broytingar – eitt stig í senn – og rokna við og vóna, at tað fer at síggjast aftur í avrikunum og úrslitunum, sigur NSÍ venjarin.

 

Í fjør vann NSÍ í fjórða umfari 2-0 á HB á heimavølli. Úrslitið í morgin fer hjá báðum pørtum at verða sammett við tað úrslitið.

Hjá NSÍ eru bæði Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg langtíðarskaddir.

Hjá HB er Arnbjørn T. Hansen langtíðarskaddur.