Páll Fangi varð avsmurdur á jóansøku, men í dag riggaði taktikkurin júst, sum hann skuldi, sigur Svein Rógvi Nielsen, sum er lærmaður umborð á Páll Fanga.
- Vit róðu ein góðan og seigan róður í dag. Vit høvdu eina lítla avtalu á 250 metrum, og har fóru vit frá hinum bátunum. Síðani hildu vit bert frástøðuna, so taktikkurin riggaði, sum hann skuldi,
sigur Svein Rógvi Nielsen. Hóast róðurin gekk eftir bókini, var hann sera harður og tungur.
- Róðurin var óvanliga tungur. Hóast lotið var undan, kendist tað eins og vit róðu í einum aldudali nærum allan vegin inn eftir. Hóast tað kendist tungt, var tað ómetaliga stuttligt at rógva í einum flota, sum er so stórur.
Spurdur um, hvørt Páll Fangi rør á vestanstevnu, sigur hann.
- Tað er trupult at meta um, hvørt vit rógva á Vestanstevnu. Vit hava so óstøðuga manning, og tí kunnu vit einki siga. Í dag høvdu vit fýra nýggjar rógvarar við, og um vit rógva á Vestanstevnu, so rør eisini nýggjur rógvari á teirri stevnuni. Men vit royna í øllum førum at manna onkran bát til komandi stevnu. Vit ynskja fyrst og fremst at manna Klaksvíking, men ber hetta ikki til, noyðast vit at royna aðrar bátastøddir,
sigur Svein Rógvi Nielsen at enda.