November mánaður var einki serligur fyri fyrrverandi VB-, B36- og KÍ-venjaran, Tomislav Sivic, sum nú er venjari hjá Kecskemét í bestu ungversku fótbóltsdeildini. Kecskemét hevur annars tikið øll á bóli við eini framúr byrjan, men í november eydnaðist bert at fáa tvey stig burtur úr trimum dystum. Tomislav og hansara menn liggja tó framvegis væl fyri í stríðnum um europisk atgongumerki. Teir hava 21 stig eftir 15 dystir, og tað eru bara trý færri enn Haladás, sum er á fjórða plássinum í deildini.