Svartur bilur stolin í nátt

Eigarin av einum VW Passar Limousine saknar sín bil

Politiið eftirlýsir nú ein bil, sum skal vera stolin úr Hoyvík í nátt.

Talan er um ein svartan VW Passat Limousine við skrásetingarnummarinum VP537. Bilurin er stolin úr Hoyvík í tíðarbilinum millum fríggjadagin 6. mars klokkan 03 og í dag, leygardagin 7. mars klokkan 15.

Heitt verður á fólk at boða Politinum frá á telefon 114, um mann sær bilin.