Svartskygni vent til bjartskygni

Eftir fundin við embætisfólk í ES, er svartskygni nú vent til bjartskygni, tí mett verður ikki, at meiriluti verður fyri at leggja verjutoll á føroyskan laks

Føroyar og ES

Líkt er ikki til, at ES kortini fer at leggja verjutoll á laks, sum eitt nú verður keyptur úr Føroyum.
Hetta er metingin hjá føroysku umboðunum, sum týsdagin vóru í Brússell á fundi við embætisfólk í ES.
Seinastu dagarnar hevur rættiligur ótti verið á laksavinnuni í Føroyum, tí óhugsandi var ikki, at ES fór at leggja eini 15% í verjutolli á laks úr Føroyum og øðrum londum uttanfyri ES.

Neyvan tollur

Nú føroyska alivinnan er so illa fyri, sum ongantíð áður, metti formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Atli Gregersen, at eitt tílíkt stig frá ES hevði verið mønustingurin.
Eftir fundin við embætisfólk í ES, er svartskygni nú vent til bjartskygni, tí mett verður ikki, at meiriluti verður fyri at leggja verjutoll á føroyskan laks.
Enn er tó ikki allar súður syftar, og bíðað verður í spenningi eftir, hvar úrslit ES kemur til í laksamálinum.