Svartkjafturin á Munkagrunninum

Svartkjafturin er á veg norðureftir, og teir seinastu dagarnar hava skipini roynt á Munkagrunninum.

Atlantsfarið landar í dag umleið 700 tons til Havsbrún í Fuglafirði, síðani sleppur Tummas T framat við 1.500 tonsum, og næstur honum er Christian í Grótinum við umleið 1.900 tonsum.

 

Sambært heimasíðuni hjá Varðanum er hetta fyrsta svartkjaftalastin hjá Tummasi T, síðani skipið bleiv keypt úr Noregi fyri einum ári síðani. 

 

Finnur Fríði valdi at fara til Íslands at landa heldur enn at leggja seg at bíða í Fuglafirði. 

 

Fleiri útlendsk skip eru eisini á svartkjaftaleiðini sunnanfyri.