Svartkjaftatrolarar fáa upsa og tosk

Ísfiskatrolarar, sum royna undir Føroyum, hava eisini fingið meira av smáum upsa enn vanligt á djúpri vatni

Fiskivinna

Mong munnu spyrja, hvar tann stóri gýtingarfiskurin er, tá ið rættiliga nógvur smáupsi er at fáa, men lítil og eingin stórur fiskur.
Tað eru teir, sum fylgja við í fiskivinnuni, ið halda, at tá ið føðin minkar, er tað í fyrsta lagi tann stóri fiskurin, sum fer út at leita sær eftir føði, meðan tann smái fiskurin heldur seg nærri landi og inni á landgrunninum.
Sosialurin hevur frætt, at uppi í veiðini hjá eitt nú svartkjaftatrolarum hava nøgdirnar av stórum upsa, toski og partvís hýsu seinastu 3-4 árini verið størri enn vanligt.
Samstundis hava ísfiskatrolarar, sum royna undir Føroyum, fingið meira av smáum upsa enn vanligt á djúpri vatni.
Kanska er tað so, halda fiskimenn og teir, sum varða av vinnuni, at tann stóri fiskurin sveimar meira, enn áður hildið, tá ið føðin minkar, meðan tann smærri fiskurin í størri mun heldur seg nærri landi, sum nú einaferð liggur til hansara náttúru.
Sosialurin fer í einum øðrum blaði at venda aftur til hendan áhugaverda spurningin.