Fiskivinna
Skipini, sum royna eftir svartkjafti suðuri við oynna St. Kilda, hava rættiligan rokfiskiskap.
Næstsíðsta túr fekk Tróndur í Gøtu heili 1900 tons í eitt samdøgur!
Stendur á
Á Havsbrún í Fuglafirði hevur í seinastuni staðið á at tikið ímóti øllum svartkjaftinum, sum føroysku skipini hava fingið, og tí noyddust Tróndur í Gøtu og Høgaberg herfyri til Íslands við veiðini.
Jákup Oluf Joensen á Havsbrún sigur, at svartkjaftafiskiskapurin í seinastuni hevur verið so góður, sum sjáldan ? ella ongantíð - áður.
- Fiskurin gongur skjótt norðureftir, og tá ið líður nakað út, verður hann í føroyskum sjógvi, sigur hann.
Fyrr í vikuni landaði Norðborg 2.000 tons í Fuglafirði, og hósdagin landaði Kristian í Grótinum somuleiðis 2.000 tons.
Bæði skipini vóru fullfermd eftir stuttari roynd.
Skipini hava eitt samdøgur til leiðirnar við St. Kilda.
Krúnborg á veg
Á Havsbrún vænta tey Krúnborg aftrat hesa vikuna. Teir høvdu 2.000 tons í gjáramorgunin og verða væntandi á Fuglafirði í dag.
Jupiter hevur landað í Írlandi í vikuni. Teir vóru eisini fullfermdir, 1500 tons av svartkjafti.
Jákup Oluf Joensen sigur, at tað stóð ikki á hjá Jupiter at sleppa av við hesa lastina í Írlandi.










