Í fyrru greinini varð ført fram, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur á tingi, ið 100 % arbeiðir fyri ríkisfelagsskapinum. Tað, sum Ungmannafelagið Samband vil siga við hesum er, at til eina og hvørja tíð, so leingi sum ríkisfelagsskapurin er ein fyrimunur fyri føroyska fólkið og livistøðið í landinum, ynskja vit at vera partur av honum. Tað er tryggleikin, sum vit kalla sambandspolitikk.
At tosa um at strika tað, ið tjóðveldissamgongan framdi í sínari tíð, er tað vit kalla konservatisma. Samfelagið hevur fyri ein part tillagað seg, men hava vit sæð, at hetta hevur havt við sær, at økir í samfelagnum eru afturúrsigld orsakað av blokkniðurskurðinum. Hyggja vit á heimasíðuna hjá Sambandsflokkinum sæst, at hesin niðurskurður hevur kostað føroyska samfelagnum 2,8 milliardir krónur umframt fastfrystingina. Peningur, sum í dag kundi havt ført til, at mongu inntrivini, sum skula hava sparingar við sær, ikki vóru neyðug. Eitt dømi um hetta er heilsumál og almannamál, sum bæði skríggja eftir pengum.
Støðan fyri teir flestu føroyingar, sum vit kenna, er góð. Ivist onga løtu í, at øll 23 % av føroyingunum, ið atkvøddu fyri Tjóðveldinum til seinasta val hava tað gott í hesum landinum. Tískil kann ein spyrja seg sjálvan, hvat betur fáa vit so við loysing? Tað er her eg vil taka orðini: “Neyð lærir nakna kvinnu at spinna” fram. Hví skulu borgarar í Føroyum í dag føla tað á sínum kroppi, at vit skulu loysa frá Danmark?
Ungmannafelagið Samband vil arbeiða fyri, at eingin í hesum landinum skal fara so langt út, at neyðin skal læra tey at liva. Tað er ikki nakað, ið eyðkennir eitt nýmótans vælferðarsamfelag. Tí enn er eingin komin við eini ætlan um, hvussu manglandi peningurin skal koma í landskassan.
Ungmannafelagið Samband vil til eina og hvørja tíð, fyri ein og hvønn prís, í minsta lagi varðveita verandi livistøði í hesum landi.
Tískil heldur Ungmannafelagið Samband, at tað hevur alstóran týðning, at borgararnir í landinum ikki koma at føla orðini í orðatakinum á sínum egna kroppi.