Svar til Jákup Suna Lauritsen, borgarstjóra í Sørvági

Seinastu dagarnar hevur ver­­ið nakað av kjaki um Lækn­a­­vaktina, og hvat henda nýggja skipanin inni­ber fyri fólk kring landið. Tann spurningurin, ið ser­liga hevur verið umrøddur er, hvussu henda nýggja skip­anin kemur at ávirka læknatænastuna og akuttu tilbúgvingina hjá teimum, sum búgva uttanfyri Havn­ina. Hetta er eisini tað, ið Jákup Suni Lauritsen, borg­arstjóri viðgerð í eini grein í bløðunum herfyri, har hann millum annað vís­ur á, at bráðfeingistilbúgvingin er vorðin verri í Vágum við nýggju læknavaktini. Mill­um annað vísur hann á, at ongin bráðfeingis hjálp er at fáa, um eitt ferðsluóhapp hendir í Vágum, tí komm­unulæknin situr ikki á vakt í Vágum. Eisini spyr hann beinleiðis undirritaða: Hev­ur landsstýrismaðurin hugs­að um, hvør hjálp er at fáa, um ein vanlukka hendir í Vágatunlinum og eingin lækni er í økinum ella slepp­ur vestur? Ella um ein van­lukka hendi við flogvøllin í Vágum?

Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður

Heilsutilbúgvingin
í Vágum
Tey seinastu árini hava ver­ið gjørdar munandi ábøtur á heilsutilbúgvingina í Vág­um. Hetta  meti eg sjálvandi eisini er neyðugt, tá flog­vøll­urin liggur í Vágum.
Tá talan er um vanlukkur, og tørvur er á bráðfeingis medisinskari hjálp, er tað ikki kommunulæknavaktina ein skal ringja til. Skipanin við bráðfeingis læknahjálp heldur fram óbroytt og tí skal ringjast á nummarið 112, sum vanliga sendur ein sjúkrabil á staðið. Sjúkra­bilurin er mannaður við fólki, ið eru útbúgvin til at taka sær av bráðfeingis tilburðum, samstundis sum sjúklingurin/vanlukkurakt verða flutt á rætta stað. Sjúkra­flutningtænasta er í Vágum og í 2005 tók undirritaði, millum annað eftir áheitan frá Vága Bjarg­ing­arfelag, avgerð um at styrkja sjúkra­flutnings­tæn­astuna í Vágum. Fyri at styrkja um bráðfeingis­til­búgvingina í Vágum vórðu 5 fólk sett í fast starv at røkja tænastuna. Áðrenn hetta røktu 12 fólk frá bjarg­ingar­felagnum sjálvboðin tæn­astuna við síðuna av teirra vanliga arbeiði. Við hesi avgerð er sjúkra­flutn­ings­tænastan í Vágum mun­andi styrkt.
Landsstýrismaðurin hev­ur eisini ætlanir um at styrkja sjúkra­flutnings­tæn­ast­una enn meira, og hevur júst fingið handað eitt til­mæli um krøv til útbúgv­ing­ar hjá sjúkra­flutnings­starvs­fólkum, og hvørji krøv til út­búnað í sjúkrabilunum skulu verða galdandi í Før­oyum. Í hesum sambandi mælir bólkurin eisini til, at tað úti í lokaløkjunum í Før­oyum verða útbúnir so­kall­aðir “First Responder”, sum kunnu rykkja skjótt út í sambandi við vanlukkur og veita tann fyrsta medisinka innsatsin, meðan bíðað verð­ur eftir sjúkraflutningi. Eg meti, at hetta uppskotið ljóðar áhugavert og fari at viðgera tað í nærmastu fram­tíð, soleiðis at bráð­feing­is tilbúgvingin kann styrkj­ast enn meira.
Landsstýrismaðurin hev­ur eisini hugsað um, hvør hjálp er at fáa, um ein størri vanlukka hendir við flog­vøll­in í Vágum ella í Vága­tunlinum. Umframt eina styrkta sjúkraflutnings­tæn­astu, er eisini seinastu árini skipað eitt sjúkralið í Vág­um, sum er mannað við sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólkum í Vágum, ið ikki dagliga ar­beiða á sjúkrahúsunum. Talan er um ein bólk, sum er og framhaldandi verður skúlaður í at veita tann fyrsta medisinska innsatsin á skaðastaðnum í sambandi við størri vanlukkur/kata­strof­ur, og tá vanliga tilbúgv­ingin í sjúkrahúsverkinum ikki klárar uppgávuna. 
Harumframt stendur ein tyrla tilbúgvin í Vágum, ið millum annað er mannað við fólki, ið hevur tikið am­bulansuútbúgving. Tá hædd samstundis verður tik­in fyri, at tað einans tekur 15-20 min. hjá einum sjúkra­bili at koyra frá Havnini til Vágarnar, er økið serliga væl fyri hvat heilsutil­búgv­ing viðvíkur.
Harumframt er vert at nevna, at um onkur stór van­lukka hendir í Vágum, og neyðugt verður at tilkalla alla ta hjálp ið kann fáast, verða kommunulæknarnir eisini tilkallaðir, hóast teir ikki hava vakt. Vil heilt illa til, at hvørgin er staddur í Vágum, verður lækni antin koyrdur ella flogin á staðið, meðan allar aðrar tilbúgv­ingareindir, ið eg havi nevnt omanfyri, veita tann fyrsta medisinska innsatsin.
Við hesum kunnu vit øll  gleðast um, at bráðfeingis heilsutilbúgvingin er so væl útbygd og ment í Vágum seinastu árini.   

Kommunulæknavaktin
Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja skipan fyri kommunulæknaøkið havi eg alla tíðina lagt avgerðandi dent á, at allir borgarar í skipanini skulu fáa góða og trygga læknahjálp, óansæð hvar í økinum teir búgva. Hetta er galdandi bæði fyri bráðfeingis læknahjálp og fyri læknahjálp uttanfyri van­liga arbeiðstíð.
Læknavaktin heldur til í viðtaluhølum á Landssjúkra­húsinum. Við teimum hent­leikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin her nógv betri møguleikar fyri at gera neyðugar kann­ingar og royndir og fáa úrslitini skjótt. Hetta hevur við sær, at fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna eru munandi betri enn fyrr.
Tá borgarar hava brúk fyri læknahjálp uttan fyri van­­liga arbeiðstíð hjá komm­unulæknum skulu teir ringja til Læknavaktina. Læknavaktin metir um í hvørjum einstøkum føri, hvat er rættast at gera, so sjúklingurin fær bestu lækna­hjálpina. Hetta hevur við sær, at Læknavaktin antin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein komm­unulækna í nærøkinum á vitjan ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar. 
Læknavaktin er skipað so­leiðis, at 3 kommunu­lækn­ar eru á vakt til á midnátt og 2 eru á vakt eftir midnátt. Umframt lækna­vakt­ina á Landssjúkra­húsin­um, er ein kommunulækni á vakt í vestara øki, ið fevnir um Vágar og Streymoy, og ein kommunulækni verður á vakt í eystara øki, ið fevnir um Eysturoy og Norður­oyggjar. Aftaná midnátt er ein kommunulækni á vakt í eystara og vestara økið.
Harafturat er avgjørt, at Læknavaktin kann brúka fasilitetirnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í lækna­hølu­num í øllum økinum í skip­anini. Sostatt kunnu komm­unulæknarnir, sum eru á vakt í nærøkinum velja at visi­tera sjúklingar til skaða­stovuna á Klaksvíkar Sjúkra­húsi, eins og teir kunnu taka sjúklingar inn í viðtaluhøli á staðnum. Hetta merkir samstundis, at einki krav er um, at sjúklingarnir skulu koyra ella flytast allan vegin til Læknavaktina á Lands­sjúkrahúsinum.

1870
Við nýggju Læknavaktini er bara eitt telefonnummar at ringja til, tá fólk hava tørv á at fáa fatur á einum kommunulækna. Hetta er ein stórur bati í mun til gomlu skipanina, tá borg­arin stundum mátti ringja til fleiri ymisk nummur, fyri at fáa fatur á tí komm­unulæknanum, sum hevði vakt.
Sum áður nevnt, so heldur skipanin við bráðfeingis læknahjálp fram óbroytt, t.v.s. at tey sum hava brúk fyri bráðfeings læknahjálp kunnu eins og áður ringja telefonnummar 112 á alarm­sentralinum.

Eftirmeting
Eg havi áður boðað frá, at skipanin við Læknavaktini støð­ugt fer at verða eftir­mett, og fara vit at fremja neyðugar tillagingar, um tørvur vísir seg at verða á hesum. Sum eitt dømi um hetta er óhepna støðan fyrr í vikuni, tá summir tele­fon­felagar ikki kundu ringja til Læknavaktina. Beinanvegin eg varð kunnaður um málið, gjørdi eg av at seta eina kann­ing í verk av tilburði­num, so vit kundu fáa greiðu á orsøkini, hví hetta hendi, tí slíkt má als ikki koma fyri. Føroya Tele hev­ur upplýst, at ringjast kann til Læknavaktina frá øllum telefonfeløgum, sum eru staddir í Føroyum. Somu­leið­is kunnu útlendingar, sum eru staddir í Føroyum ringja til Læknavaktina.