Svøvnloysi fitar

Vit hava leingi havt illgruna um, at fólk, sum sova lítið, hava lyndi til at fitna, og hetta staðfestir ein nýggj kanning nú. Granskararnir siga tó, at tað er ikki svøvnloysið í sær sjálvum, sum ger, at vit draga upp á holdini, men ymiskt, sum fylgir tí.
Í kanningini bleiv ein hópur av fólki býttur í tvey. Annar bólkurin slapp av sova fimm tímar um samdøgrið, hin níggju tímar. Úrslitið var týðiligt: Tey, sum svóvu minni, tyngnaðu í meðal 900 gram um vikuna. Tað vísti seg, at tey ótu minni til morgunmat enn hini, men harafturímóti ótu tey meiri um kvøldið.
Enn ein ábending um, at tað loysir seg at fara fyrr í song.