Svøríki snávaði ímóti Hvítarusslandi

Russland er komið væl frá byrjan. Týskland vann á makedonsku vertunum

Hondbóltur

 

Í gjárakvøldið byrjaði EM-endaspælið í kvinnuhondbólti í Makedonia. Svenska kvinnulandsliðið, sum hevur livað í skugganum av norsku og donsku avrikunum seinastu 20 árini, fekk eina sera vánaliga byrjan uppá EM-endaspælið. Tað varð mett, sum sjálvsagt, at Svøríki fór at vinna á Hvítarusslandi, sum varð mett at fara at verða botnproppur í bólki C. Aftaná 1. hálvleik førdu svensku kvinnurnar 13-7, men í 2. hálvleiki datt tað svenska spælið saman, og tað eydnaðist hvítarussisku kvinnunum at stríða seg til ein 21-21 javnleik, og varð fagnaðurin stórur hjá Hvítarusslandi, tá stigið varð komið í hús. Svenskir miðlar samanbera kiksarin í kvøld við kiksaran hjá svenska íshokkilandsliðnum, á olympisku vetrarleikunum í Salt Lake City í 2002, tá Svøríki tapti fjórðingsfinaluna ímóti júst Hvítarusslandi.

 

Russland væl í gongd

Í sama bólki vann Russland ein tryggan 31-22 sigur á Eysturríki. Hálvleiksstøðan varð 13-10 til Russland. Tær russisku kvinnurnar vóru serliga sterkar í kontraspælinum, har tær settu nógvar bóltar inn.

2000 áskoðarar møttu í Skopje til grannauppgerðina millum Kroatia og Serbia. Kroatia vann 30-26. Í 1. hálvleiki rann Kroatia Serbia um koll. Hálvleiksstøðan varð heili 17-8 til Kroatia. Serbia kom frægari inn í dystin í 2. hálvleiki, uttan tó at hótta Kroatia. Týskland vann 25-22 á vertstjóðini, Makedonia. Týskland varð á odda 11-10 í hálvleikinum. Danmark og Noreg skulu í eldin í annaðkvøld. Í bólki A spælir Danmark ímóti Fraklandi kl. 19.15. Í sama bólki spæla Ungarn og Rumenia kl. 17.15. Í bólki B spælir Noreg ímóti Spania kl. 18.15. Kl 16.15 spæla Portugal og Ukraina.