Sannlíkindini fyri at svenskir veljarar fáa eitt nýval í jólagávu øktust munandi í dag, nú enn ein roynd at skipa stjórn hevur fingið banasár.
Hesaferð er tað Annie Lööf, forkvinna fyri svenska Miðflokkin, ið vrakar royndini hjá Stefan Löfven, floksformann fyri Sosialdemokratarnar, at skipa eina stjórn millum Sosialdemokratarnar, Miðflokkin og teir Liberalu.
SVT skrivar, at flokkarnir hava samráðst seinastu fimm dagarnar, men nú tykist greitt, at einki spyrst burturúr. Hvørt fall hevur Miðflokkurin gjørt greitt, at tey ætla ikki at atkvøða fyri Stefan Löfven.
- Tíverri má eg staðfesta, at úrslitið kann ikki nýtast til eitt samstarv. Eg eri hørm um, at Sosialdemokratarnir ikki nýttu hendan søguliga møguleikan til samstarv tvørturum blokkarnar, segði Annie Lööf í dag, tá hon kunngjørdi, at flokkurin ikki fer at peika á Stefan Löfven sum forsætisráðharra.
Svenski tingformaðurin Andreas Norlén hevur fyri SVT sagt, at hann nú fer at lata svensku flokkarnar hugsa um dagsins fráboðan, samstundis sum hann fer at halda óformellar samrøður við floksformenninar.
Tað eru 92 dagar síðan, at svenskir veljarar seinast vóru í valhølunum, men enn hevur tað ikki eydnast nøkrum av flokkunum at semjast um ein meiriluta, hóast fleiri royndir hava verið gjørdar.