Svøríki forðar fyri tiltøkum ímóti Sýrialandi

Nøkur tiltøk, sum ES hevur ætlað at seta í verk ímóti Sýrialandi, eru vorðin av ongum, tí Svøríki hevur sýtt fyri at taka undir við teimum. Tað siga diplomatar í Bruxelles.

Eitt nú hava sviar forðað fyri tiltøkum ímóti tveimum sýriskum telefonfeløgum, sum hava samband við svensku telefyritøkuna Ericsson. Men sambært Carl Bildt, uttanríkisráðharra hevur stjórnin ikki gjørt tað fyri at verja svensku fyritøkuna, men fyri at hjálpa teirri sýrisku andstøðuni. Hann sigur, at fartelefonir og farmyndatól eru tað besta vápnið, sum tann sýriska andstøðan hevur í bardaganum við myndugleikarnar.

Fyri nøkrum døgum síðani samtyktu ES-londini at víðka tiltøkini ímóti sýriska stýrinum og sýriskum fyritøkum. Diplomatar í Bruxelles siga, at Svøríki hótti við at forða øllum tiltøkunum, um tey ætlaðu tiltøkini ímóti teimum báðum telefonfeløgunum ikki blivu slept.