Svínoyingar tosa við Klaksvík um samstarv

Mánadagin fundaðust umboð fyri Klaksvíkar kommunu við bygdaráðið í Svínoy um møguligt samstarv frameftir. Borgarstjórin í Klaksvík sær nógvar møguleikar í Svínoynni, um oyggin bara fær møguleikar at menna seg. Verður ikki okkurt gjørt, fer støðan í oynni at versna

Mánadagin vitjaðu trý umboð fyri Klaksvíkar kommunu í Svínoynni, har fundur var um møguligt samstarv millum Klaksvík og Svínoy.
 Talan er ikki um nakrar beinleiðis samráðingar, men var hetta ein fundur, har umboð fyri kommunustýrini bæði kunnaðu hvønn annan um viðurskiftini, stóð at lesa í einum tíðndaskrivi, sum Steinbjørn O, Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, og Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, sendu út týsdagin.
Umframt samstarv um ítøkilig øki, vóru fyrimunir og vansar við eini møguligari samanlegging eisini umrøddir.
 Eftir ein góðan og gevandi fund eru partarnir samdir um hvør í sínum lagi at umhugsa og lýsa møguleikarnar, og - tá báðir partar eru tilreiðar til tess - at hittast aftur á einum seinni fundi, skrivaðu borgarstjórarnir í tíðindaskrivinum.

Ferðsambandið avgerandi
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at tað liggja ótømandi møguleikar í Svínoynni, um oyggin bara fær møguleikan at menna seg.
 Ongastaðni í Norðoyggjum er so nógv og gott slættlendi, sum tað er í Svínoy, og har kann mann bara ímynda sær, hvat kundi verið gjørt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Og tá ið tosað verður um at menna oynna, eru teir báðir borgarstjórarnir á einum máli um, at ferðasambandið spælir ein avgerandi leiklut.
 Vit eru púra samdir um, at skal oynni verða lív lagað, so má farleiðin millum Svínoy og restina av landinum bøtast munandi, soleiðis at bæði akfør og fólk lættliga og fleiri ferðir dagliga kunnu ferðast til og frá oynni.
Umboðini fyri Klaksvíkar kommunu lovaðu at virka fyri, at ferðasambandið til Svínoyar verður betrað.

Vilja hava tunnil
Kommunustýrið í Svínoy hevur ta greiðu støðu, at rætta loysnin fyri oynna er ein tunnil frá bygdini yvir í havnina, har ein ferjulega eigur at verða gjørd. Haðani er siglingartíðin inn til Hvannasunds umleið 15 minuttir.
Ein slík farleið hevði gjørt tað møguligt hjá svínoyingum og øðrum verða búgvandi í Svínoy og hava arbeiði inn á meginøkinum, og tað sama tann øvugta vegin.
 Tað má gerast púra greitt fyri landsmyndugleikunum og øllum Føroya fólki, at verður arbeiðið upp á hesa farleið ikki byrjað sum skjótast, so hon kann takast í brúk um heilt fá ár, so fer støðan í Svínoy bara at versna, siga borgarstjórarnir í tíðindaskrivinum.
 Undirritaðu kommunur eru tí á fundi í dag komnar ásamt um í felag at heita staðiliga á landsins myndugleikar um beinanvegin at seta í verk tær neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar og at seta tann neyðuga peningin av á komandi løgtingsfíggjarlógum.