Tað skrivar ting.fo.
– Hetta er ikki nøkur avgerð, sum eg havi tikið her og nú. Eg havi hugsað um hetta leingi, og nú havi eg so sagt upp, sigur Súsanna Danielsen við ting.fo.
Súsanna Danielsen hevur verið stjóri á Føroya Løgtingi seinastu 18 árini. Hon er 62 ára gomul og løgfrøðingur frá Københavns Universitet, har hon tók prógv í 1980.
– Eg havi arbeitt leingi í Løgtinginum, so nú helt eg, at tíðin er komin at royna okkurt annað, sigur Súsanna Danielsen.
Áðrenn Súsanna Danielsen kom í Løgtingið at arbeiða, var hon deildarstjóri á lønardeildini hjá landsstýrinum frá 1987 til 1996.