Ísurin í Grønlandi bráðnar meir enn nakrantíð

Mildari veðurlagið í Grønlandi hevur ført til eina trý-falding av bráðnaðum ísi Duppult so nógvur ísur bráðnaði í Grønlandi í 2007, sammett við 2004. Grønland missir eitt tal, sum ljóðar uppá 140 miljardir tons av vætu um árið. Tað er 1000 ferðir meiri vatn, enn tað er vatn í størsta vatninum í Danmark, sum nevnist Arresø. Missurin av ísi til havið er tvífaldaður, frá umleið 70 rúmkilometrum í 2004 til 140 rúmkilometrar í 2007. Hetta skrivar grønlendska blaðið ?Sermitsiaq?. Dorthe Dahl Jensen, sum er professari í glaciologi (t.e. vitan um kava og ís) staðfestir, at eitt nettotap av ísi hendir í Grønlandi, sum fer at ávirka havstandin í framtíðini. Um allur innlandsísurin í Grønlandi bráðnar, so fer havið at vaksa við heili 7 metrum.