Kanningar vísa, at ísurin í Andesfjøllunum í Suðuramerika bráðnar nógv skjótari nú enn fyri bara fáum árum síðani. Amerikanski granskarin Lonnie Thompson hevur kannað ísin í Andesfjøllunum síðani 1978, og niðurstøða hansara er, at ísurin bráðnar skjótt nú orsakað av tí veksandi hitanum á Jørðini.
Lonnie Thompson sigur, at í sjeytiárunum minkaði Qori Kalis-ísjaðarin í fjøllunum í Peru seks metrar um árið, men nú minkar hann 60 metrar um árið ella tíggju ferðir skjótari.
Undan ísinum eru komnar plantur, sum vísa seg at vera 5.000 ára gamlar, og tað fær Lonnie Thompson at siga, at tað hevur ikki verið so heitt á Jørðini tey seinastu 5.000 árini sum nú.










