Amerikanarar hava rættiliga tikið 21 ára gomlu Bethany Hamilton til sín fyri hennara ótrúliga vilja at koma víðari við lívinum eftir athávur beyt armin av henni 13 ára gomul. Søgan verður mett so sermerkt, at ein filmur nú er gjørdur um 21 ára gomlu gentuna.
Bethany Hamilton er vaksin upp á Hawaii, og tað var meåðan hon var úti at surfa, at ein hávur legði eftir henni. Hon lá á surf-borðinum við vinstra armi hangandi niður í sjógvin, tá ein hávur knappliga kvetti hann av við einum høggi.
Hon varð bjargað í land í síðstu løtu og hevði mist 60% av blóðinum, men yvirlivdi eftir sjey dagar á sjúkrahúsi.
Hon legði doyðin á at fara ut at surfa aftur, og árið eftir fekk hon eitt heiðurstekin fyri besta »comeback« í amerikanskum ítrótti.
Bethany Hamilton sigur, at tað hevur stóran týdning at halda seg í form, og við at ganga á odda vísir hon, at tað finnast ongar umberingar fyri ikki at íðka ítrótt.
- Tá eg kann gera tað við enum armi, so kunnu øll, sigur hon.
Fyri nøkrum arum síðani varð givin ein bók út um Bethany Hamilton, og tað er á hesa bókina, at filmurin byggir.