Tottenham sum liggur á øðrum plássi í Premier League hevur eina superkvartett, ið er garantur fyri nógvum málum. Talan er um teir fýra Christian Eriksen, Heung-Min Son, Dele Alli og Harry Kane.
Men bara tríggjar ferðir hetta kappingarárið eru allir fýra byrjaðir inni í dysti hjá Tottenham. Skaðar og landsdystarfrávera hjá suðurkoreanska, Heung-Min Son hava gjørt, at tað er bara eydnast tríggjar ferðir at byrja við superkvartettini hjá Spurs.
Teir tríggjar dystirnir allir fýra, Christian Eriksen, Heung-Min Son, Dele Alli og Harry Kane eru byrjaðir inni hevur Tottenham skorað ikki færri enn 11 mál. Í hesum trimum dystunum hevur talan verið um so fræg mótstøðulið sum Chelsea, Arsenal og Everton.
Klokkan 15 í dag tekur Tottenham ímóti Wolverhampton á Wembley leikvøllinum í London. Um Dele Alli verður klárur verður talan um fjórðu ferð hetta kappingarárið, at superkvartettin hjá Spurs byrjar inni, og so eru mál í væntu.
Tottenham hevur eina strævna leikskrá fyri framman. Umframt Premier League skal liðið spæla tvær hálvfinalur ímóti Chelsea í EFL Cup kappingini. Liðið er eisini víðari í Champions League. Og fyrsta vikuskiftið í januar byrjar FA Cup kappingin. Fríggjakvøldið 4. januar spælir Tottenham á útivølli ímóti Tranmere Rovers.