Umframt hetta eru rokkklasikarar og kærleiksballadur, meistarliga sungnar av frálíku Sólvu Ford. Botnin leggja Brandur Jacobsen á trummum og Arnold Ludvíg á bassi. Fyrrverandi gittarleikarin hjá Brandi Enni og All That Rain, Benjamin Petersen spælir gittar, og Ólavur Olsen spælir ljómborð og blæsir í trompet. Talan er sostatt um ein sannan super bólk.