STEVNA
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Fyrsta Fjarðastevnan á Skála líður út móti endanum. Stóri stevnudagurin var leygardagin, og tá savnaðust nógv fólk á Skála.
- Stevnan hevur eydnast ótrúliga væl, og vit eru stak væl nøgd. Veðrið var okkum til vildar, og øll tiltøkini hepnaðust væl, sigur Tóra Joensen, forkvinna fyri Skála stuðlar, sum hava fyriskipað Fjarðastevnuna.
Eini túsund fólk vóru til kappróðurin. À kvøldi varð skipað fyri grillfestivali. Har luttóku eini fimmhundrað fólk, og alt kjøtið varð etið upp. Afturvið matinum sungu Ronnie og Sámal vísusangir, og fólk hugnaðu sær óført. Fólk kundu keypa sær ymiskt grillað kjøt og kundu sita inni í einum telti ella úti og njóta mat og vísusang.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hugnaligt
Tórbjørn Jacobsen helt midnáttarrøðuna. Hann er kendur fyri sínar røður og orð, og fólk vóru ikki skuffaði. Hann blandaði altjóða eygleiðingar og lokalar søgur saman til eina forkunnuga røðu.
- Eisini á Skála hevur vónin sigrað. Kanska í túsund ár. Onkur heldur, at tað vóru fyrstu eftirkomararnir hjá Gøtuskeggjum, ið settust niður her. Hugsandi, táið vit síggja hvussu væl skálamenn hava ment seg í fótbóltspælinum. Gitin er Ormur Bóndi. Materialistur, jarðardrottur men onki andsmenni. Seyðakjøtið var honum alt, segði Tórbjørn Jacobsen millum annað.
Dansurin í ítróttarhøllini við Country bólkinum savnaði eini fimmhundrað fólk.
Mestsum øll Skála bygd hevur verið í sving fyri fáa bygdina klára og fyriskipa stevnuna.
Mett verður, at eini 150 fólk hava verið til arbeiðis á ymsan hátt stevnudagarnar.
- Tað er altið okkurt, sum kundið verið betri. Men tað rætta vit til næstu ferð, sigur Tóra Joensen.
Sunnudagin var hugnakvøld, har eini 160 fólk leitaðu sær. Eitt annað sera væl umtókt tiltak var djóragarðurin, har serliga børnini hugnaðu sær.
Nógvu stevnugestirnir fløva eisini hjartað á kassameistaranum hjá Skála stuðlum. Enn er ikki gjørt upp, hvussu nógv stevnan hevur givið, men fyrireikararnir meta, at væl er komið inn.
Eisini løgreglan letur væl at. Hóast nógv fólk og nógvir bilar, so gekk alt upp á stás, og løgreglufólkini nýttust ikki at gera annað enn at fylgja við.