Nýggja fløgan hjá MonkeyRat, Sunshine, sum kom út í Føroyum á G! Festivalinum tann 21. juli í ár, kemur út í Danmark í dag, hósdagin 6. september.
Í hesum sambandi bjóðar MonkeyRat til Release Party á Mojo í Keypmannahavn kl 19.00 hóskvøldið har boðið verður okkurt at eta og drekka, umframt at MonkeyRat fer at framføra sangirnar av nýggju Sunshine fløguni, og hit frá Fuck The Jante Law, sum útloysti 6 hits í fjør og fyrra árið.
Primus motorar í og aftanfyri MonkeyRat eru Anna Iachino (Ca/It,) sum er tekst høvundurin, og sum við hennara fantastisku tekstum, eyðkendu rødd, innlivaðu søgusigan og spokenword, syngur og rappar yvir framúrskarandi basspæl og vælútført tónasmíð hjá prísvinnandi Arnold Ludvig (Fo).
Arnold Ludvig og Anna Iachino levera eitt originalt og sterkt úttrykk, ankrað í Funk, Reggea, Urban, Retro, Jazz og Punk við alternative og universal appeal. MonkeyRat hevur stjørnumanning, umframt Arnold og Anna, og umfatar prísvinnandi guitaristarnar, Alain Apaloo (Tg) og Johan Jørgensen (Dk),
Jens Stoklund (Dk) á trummur, og sum special guest sangarar: roWan (Fo) og Jasmin (US/Dk).
Eftir at ein starvfelagi hjá vertinum, Claus Vittus DR P1, sá framúrskarandi konsertina hjá MonkeyRat á
G! Festivalinum í ár, helt hann at Claus skuldi hoyra MonkeyRat á touné í Føroyum. Claus kom síðani og hoyrdi konsertina í Skansastovu í Tórshavn, og var fullkomuliga bergtikin av MonkeyRat.
Anna og Arnold vóru síðani, vegna MonkeyRat, gestir hjá Claus Vittus í sendingini Kultursøndag beinleiðis í DR P1 sunnumorgunin 19 august. Tey framførdu tá, sum duo, sangin Sunshine live úr DR byen, umframt at Claus hevði samrøðu við MonkeyRat um nýggju fløguna og so spældi hann eisini sangin Amsterdam feat. Jasmin & roWan frá Sunshine fløguni, sum fyrsta reggea lagið hjá MonkeyRat.
Sunshine verður útgivin í dag í Danmark og release-pary verður í kvøld.
MonkeyRat - Sunshine
Release Party á Mojo
hóskvøldið 6. september kl 19:00









