Kappingin í Sunset-deildini í hondbólti hevur ligið still, meðan kvinnulandsliðið hevur spælt í Sheffield, men í annað kvøld verður aftur lagt fyri. Dystirnir eru tá tveir í tali. Á Skála kemur VB á vitjan hjá StÍF, og í Havn verður dystur millum Kyndil og Tjaldur.