Sunnudagurin var ein góður dagur hjá føroysku spælarunum í superliguni. Jákup Mikkelsen og Todi Jóns

Allan Simonsen sá Jens Martin Knudsen spæla væl í vánaliga botndystinum í Reykjavík.

Dagarnir í bestu deildini hjá føroyska liðnum fram um onnur í íslendskum fótbólti tykjast vera av á hesum sinni. Tað eru tvey umfør eftir at spæla, og eftir ósigurin móti Stjarnuni í Reykjavík sunnudagin skal tað leitast langt út fyri at finna lítla møguleikan fyri, at Leiftur eisini komandi ár skal spæla í bestu deildini.

Men hóast 2?1 tapið vilja føroyingarnir ikki samtykkja í, at møguleikin er fokin.

? Møguleikin er lítil, men hann er har. Vit fara at stríðast av øllum alvi fyri at fáa seks stig. Um tað skuldi eydnast, so er tað á ongan hátt víst, at tað verður nóg mikið, men vit hava ikki givið skarvin yvir.

Hetta sigur Sámal Joensen, sum saman við John Petersen hugdi, meðan liðfelagarnir stríddust fyri lívinum. Teir vóru báðir leikbannaðir.

? Hesin dysturin var ikki góður frá okkara síðu. Teir komu á odda, tá eitt korter var farið. Talan var um eitt fínt langskot. Vit javnaðu við góðum stútara, tá 20 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. So kastaðu vit alt fram fyri at fáa sigursmálið. Vit høvdu onkran møguleika, men teir fingu einasta málið, tá tað restaðu átta minuttir. Tað fingu teir eftir snarálop, greiðir Sámal Joensen frá.

Málskjútti hjá Leiftri var Ingi H. Heimisson. Tveir minuttir undan leikloki fekk hann reyða kortið. Hann hevði tá fingið tvey gul kort fyri ófantaligar taklingar.

Sámal Joensen iðrar seg ikki so nógv um tapið sunnukvøldið, sum hann iðrar seg um úrslitini fyri stuttum móti KR og ÍBV:

? Sunnudagin spældu vit illa. Í hinum báðum dystunum spældu vit væl, men vit fingu bara eitt stig burturúr. Tá vit taptu 1?0 móti ÍBV høvdu vit einar fimm risa stórar málmøguleikar, og tá vit spældu 0?0 móti KR, høvdu vit einar tríggjar stórar møguleikar. Tað var sera spell, og tað kann seinni fara at vísa seg at vera lagnukent, at vit ikki skoraðu í teimum dystunum.

10. september fær Leiftur vitjan av Fram, og 16. september skulu teir í síðsta umfarinum spæla á útivølli í Keflavík. Tá skal Páll Guðlaugsson vitja aftur í felagnum, sum hann fyrr í summar var venjari hjá.


Allan í Íslandi

Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevði fyri langari tíð síðani gjørt av, at hann í hesum vikuskiftinum skuldi vera í Íslandi fyri at fylgja landsliðsmonnunum. Bara ein av trimum landsliðsmonnum var á vøllinum sunnudagin. Sámal Joensen heldur, at Jens Martin Knudsen spældi ein fínan dyst.

Í gjárkvøldið skuldi Allan Simonsen hyggja at dystinum millum Fram og ÍA. Uni Arge og teir skuldu vitja á Laugardalsvøllinum klokkan átta í gjárkvøldið, sum er tað sama sum klokkan níggju føroyska tíð.

ÍA hevur ivaleyst mist møguleikan at vinna meistaraskapin. Teir spæla fyri plássi í Europa Cup, men tað verður torført hjá teimum. Í síðstu umførunum skulu teir spæla í Keflavík og á útivølli móti Fylkiri.