Í nógvum býum er tað vanligt at hava maratonrenning og hesi seinastu árini hevur maraton eisini verið í Havn. Og eftir ein steðg í tvey ár, verður Atlantic Airways Marathon aftur í Havn nú sunnudagin.
Hetta er 18. ferðin vit renna Atlantic Airways Tórshavn Marathon, men tey, sum ikki orka, ella tíma, at renna eitt heilt maraton, kunnu renna eitt hálvt maraton, ella kanska bara fimm, ella 10 kilometrar. Og tey, sum ikki tíma at renna, kunnu ganga, tí tey ætla at bjóða øllum við – og enn ber til at melda seg til.
Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkla saman við fremstu rennararnum.
– Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 12. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara, sigur Bragdið, sum skipar fyri, í tíðindaskrivi
Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið á Vaglinum sunnudagin 12. juni klokkan 13. – Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.
Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.