Sunnudagin sigur FM1 frá HB-KÍ og AB-TB

Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15, og dysturin á Argjum byrjar klokkan 17. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystunum

Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum í morgin.

Klokkan 15 byrjar dysturin í Gundadali í Havn millum HB og KÍ. Klokkan 15 byrjar eisini dysturin í Hólmanum á EIði millum EB/Streym og NSÍ. Klokkan 17 byrjar dysturin úti í Vika á Argjum millum AB og TB.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystunum millum HB og KÍ, og millum AB og TB á FM1. Fylgt verður við í gongdini í dystinum millum EB/Streym og NSÍ.

Aftaná klokkan 19 verður eitt serligt fótbóltspanel á FM1, ið Petur Asbjørn Lervig er vertur fyri. Í panelinum verða m.a. Frankie Jensen og Heðin Askham, og tá verður eisini tikið samanum tey fyrstu 10 umførini í Betrideildini.

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.