Sunnudagin byrjar HM í Web Cam dart

Føroyska dartlandsliðið hjá monnum og føroyska dartlandsliðið hjá kvinnum er úttikið. Dartlandsliðini skulu luttaka í World Darts Federation Virtual Cup 2020, sum er heimsmeistaraheitið fyri landslið í Web Cam dart. Kappingin verður sunnudagin 27. septembur.

- Upprunaliga var meiningin, at heimsmeistaraheitið í dart skuldi verða í Spania um hetta mundið, men av tí at korona hevur herjað, so er tað eisini avlyst. Men neyð lærir gamla konu at spinna, so nú verður heimsmeistaraheitið undir serligum umstøðum, skrivar Dartsambandið.

Vanligt eru fýra fólk á hvørjum landsliði, fýra menn og fýra kvinnur, men nú er tað broytt til, at tað eru tveir menn og tvær kvinnur. Landsliðsvenjararnir hjá monnum Jens Albert Simonsen og Hans Eivind Olsen, hava tikið út Una Árting og Jan McIntosh úr HDF, meðan landsliðsvenjarin hjá kvinnum Kristian Joensen, hevur úttikið Lydiu á Smið úr HDF, og Anniku Joensen úr Dart Sandoy.

Tørførur og spennandi bólkur

Føroyar eru komin í bólk 8 saman við Fraklandi, Írlandi, Slovenia Monaco og Jersey. Fleiri av heimsins bestu spælarum hjá monnum og kvinnum eru við. Hja føroyska landsliðnum sær bólkurin serliga spennandi út, tá hugsað verður um tvær smátjóðir, í Jersey og Monaco.

- Tvey lond, har vit eiga at kunna spæla upp við, sjálvt um vit vita at landsliðið hjá Jersey hevur verið við til nógv HM-endaspøl fyrr. Slovenia kenna vit ikki so nógv til, men vit kennast við Banjamin Pratnemer, sum er teirra besti spælari, og er nummar 102 í heiminum, skivar Dartsambandið og leggur afturat:

- Írland og Frakland hava tvey sera sterk lond við. Thibault Tricole er nummar 25 á heimsstyrkilistanum, og er teirra stóra stjørna. Meðan Írland altíð klárar seg væl í altjóða kappingum. Hesuferð hava tey bæði á mans- og kvinnusíðuni sent teirra stórstu talentir. Keane Barry, sum gjørdist ungdóms heimsmeistari fyrr í ár, og á kvinnusíðuni Katie Sheldon, sum vann Girls World Masters í 2019.

Hetta er fyrstu ferð síðani Føroyar fekk altjóða limaskap, at Føroyar sleppa at royna seg ordiliga.

- Spælararnir hjá okkum hava vat dúliga til hesa kappingina. Spennandi verður um úrslitini fara at fylgja tí, sum vit vænta av spælarum, skrivar Dartsambandið.