Nú ber aftur at til at keypa Pizza í Pizzakøkinum sunnaliga í Føroyum.
Pizzakøkurin er í Vági, og eru hetta tí óivað sunnastu pizzur í Føroyum.
Tað eru nøkur ar síðani, at Pizzakøkurin lat upp í Vági. Men staðið snaraði lykilin um og hevur ikki verið virkið í nøkur ár. Men í gjárkvøldið bar aftur til at keypa sær væl umtóktu pizzurnar og so fegin vóru fólk fyri hetta, at eftir fáum tímum var onki deiggj eftir, hóast pizzakokkurin helt seg hava gjørt mest sum ov mikið til eitt mikukvøld.
Pizzakøkurin heldur til á Vágsvegi í Vági, og er nú aftur opin, sum í gomlum døgum. Og at døma eftir øllum fyrispurningunum, sum pizzakokkurin hevur fingið, síðani tað frættist, at nú fór at vera opið aftur, so er hetta nakað, ið fólk hava bíðað eftir við longsli.










