Tilfar:
Salat:
½ kg av fullkornspasta penne
200 gr. av soppum í glasi
250 gr. av fetaosti
75 gr. av sólturkaðum tomatum
50 gr. av olivin
1 leykur
65 gr. av kapers
Dressing:
1 fet hvítleyk
½ kókað egg
30 gr. osti
15 gr. av hvítvíns ediki
15 gr. av reyðvíns ediki
½ tsk. av dijon sinnopi
½ tsk. av salti
¼ pipar
170 gr av plantuolju
Kóka pasta og lat kólna. Hakka leykin smátt og brúnka hann saman við soppunum. Hakka olivin smátt, og blanda alt tilfarið saman, ið stendur undir salat.
Blenda hvítleykin, egg, ost, hvítvíns- og reyðvínsedik, dijon sinnop, salt og pipar í einum blendara. Lat til síðst plantuoljuna í, og blenda alt saman. Stoyt dressingin oman yvir salatina, og rør alt saman.
Tað hóskar væl at koyra bacon, skinku ella høsnarungabitar í salatina.