Sunleif høvuðspersónur á stórum festivali

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen verður stóra navnið á stóra Korsholmsfestivalinum í Finlandi, sum verður í døgunum 28. juni til 5. juli. Tíggju verk hjá tónaskaldinum verða framførd ? harímillum ein frumframførsla av einum stykki, sum er skrivað til endamálið

Song of Seasons er ein violinsolo, sum Sunleif hevur skrivað til finska festivalin. Hann lýsir hetta stykkið sum eina nýmótans viðmerking til tær fýra árstíðirnar hjá Vivaldi.
Fyrireikararnir av festivalinum settu seg í samband við Sunleif fyri góðum tveimum árum síðani, og samstundis bíløgdu tey so eina violinsolo. Hetta stykkið verður so sum sagt frumframført á festivalinum við einum violinsolisti saman við einum strúkiorkestri.
Sunleif sjálvur fer at hoyra stykkið fyri fyrstu ferð til eina roynd undan festivalinum.
Hann skal til Finlands týsdagin, og tá fær hann so høvi til at hoyra tað. Og tað er hann sum vera man sera spentur uppá.
? Eg sendi teimum stykkið síðst í mai, og eg havi onki hoyrt aftur frá teimum. Tað taki eg sum eitt positivt tekin, sigur hann flennandi.

Tíggju stykki
Sunleif er sum sagt høvuðsnavn á festivalinum, og verða ikki færri enn tíggju verk hjá honum á skránni. Hetta sær hann sum, at fólk fara at fáa ein breiðan kunnleika til tónleikin og stílin hjá sær.
Tað eru ymisk verk umframt Song of Seasons. Báðar strúkikvartettirnar hjá honum, soloir fyri violin og klaver og kamarstykkir í heila tikið.
Í longd variera stykkini frá umleið 10- 15 minuttum upp í 45 minuttir. Song of Seasons varir umleið hálvan tíma, greiðir Sunleif frá.
Orkesturleiðararnir hava sjálvir valt stykkini hjá honum burturúr útfrá einum úrvali, sum forlagið hjá Sunleifi hevur sent teimum.

Spennandi
Hóast hann heldur tað altíð vera spennandi at hoyra, hvussu nýggir tónleikarar tulka hansara stykki, so er ongin ivi um, at Sunleif er mest spentur uppá frumframførsluna.
? Sjálvandi er tað mest spennandi, men tað er eisini stuttiligt og áhugavert at hoyra tær smærru broytingarnar í tulkingunum hjá nýggjum tónleikarum, sum framføra stykkini hjá einum, sigur Sunleif.
Hann greiðir frá, at einaferð spældi ein breti sama klaverstykki, sum eisini verður at hoyra á festivalinum.
Einastaðni í stykkinum hevur Sunleif skrivað, at tað skal spælast so skjótt sum gjørligt. Men tá hann so hoyrdi bretan spæla tað, varð hann noyddur at biðja hann slappa eitt sindur av, tí hann spældi tað nógv skjótari enn Sunleif hevur ímyndað sær, at nakar kundi.
? Hann hevði ein fantastiskan teknikk, og eg trúði veruliga ikki, at nakar kundi spæla so skjótt, men tað var eitt stuttligt upplivilsi, greiðir Sunleif frá.

Lopfjøl
Sunleif ásannar, at hetta kann vera enn ein lopfjøl hjá honum út um landoddarnar við sínum eyðkenda tónleiki.
? Hetta er eitt gott høvi at gera vart við seg, og tað eru ikki bara finnar og sviar, sum verða har. Til tílíkar koma ofta fólk alla møguliga staðnis frá, og tað kann jú bara vera gott, staðfestir hann.
Tvey onnur tónaskald verða nógv spæld á festivalinum. Talan er um tveir kekkar frá 20 øld, so sum Sunleif sigur, at hann verður tann einasti av teimum trimum, sum verður tilstaðar og sleppur at hoyra framførslurnar av hansara egnu verkum.
Korsholmfestivalurin varir sum sagt í eina viku, og tað verða tríggjar konsertir um dagin hvønn dag. Millum fyrrapartskonsertina og seinnapartskonsertina verður so eitt sokallað prát um tónleikin á skránni. Har kunnu áhoyrararnir koma inn og lýða, hvat teir ymsu tónleikararnir halda um tónleikin. Og so verður ein konsertfrøðingur eisini tilstaðar. Tann eina dagin verður tað so Sunleif, sum kemur at verða har sum konsertfrøðingur.
Hetta er aðru ferð, at Sunleif Rasmussen er høvuðsnavn til ein festival. Fyri trimum árum síðani var hann tað eisini til Musikhøstfestivalin í Odense. Men tann festivalurin er nakað væl minni er Korsholmsfestivalurin.
Sunleif fer til Finlands týsdagin og verður á festivalinum allatíðina.